Kelda: Skov- og naturstyrelsen, www.sns.dk
Natúrligu vakstrarhúsgassini fevna um vatndamp (H2O), koldioxid (CO2), metan (CH4) og láturgass (N2O). Hesi gass gera, at miðalhitin á jørðini er á leið 15°C og ikki minus 18°C, sum hitin hevði verið, um ongi vakstrarhúsgass vóru. Vatn, koldioxid og metan koma frá natúrligum tilgongdum, sum eisini høvdu farið fram, um eingi menniskju vóru á jørð.
Mannaskapt útlát av CO2, CH4, N2O og sokallaðu F-gassunum, elva til eina enn størri upphiting av jørðini. Orsakað av mannaskaptu útlátunum av vakstarhúsgassi, er miðalhitin á jørðini síðstu 100 árini øktur við umleið 0,7°C.
F-gassini, eru gass, sum innihalda fluor, t.d. perfluorcarbon (PFC), hydrofluorcarbon (HFC) og svávulhexafluorid (SF6). Útlát av hesum gassum stava fyrst og fremst frá ídnaðarligum tilgongdum og frá nýtslu av kølitólum og øðrum.
Fyri at kunna samanbera, hvussu stóra upphiting einstøku vakstrarhúsgassini hava, verður mátieindin GWP (Global Warming Potential ella upphitingarevni) brúkt. GWP sigur, hvussu stórt upphitingarevni eitt vakstrarhúsgass hevur, í mun til upphitingarevnið hjá CO2, í báðum førum í eitt 100 ár tíðarskeið. Upphitingarstyrkin hjá CO2 er sett til 1.
Upphitingarstyrkir:
• CO2: 1
• CH4: 21
• N2O: 310
• HFC-134a: 1300
• SF6: 23900